Jonna Joensen frá Ægir silvur í RIG í Reykjavík

Í stóru altjóða kappingini í Reykjavík RIG eydnaðist tað Jonnu Joensen frá Ægir at vinna eina flotta silvurmedalju í 50 metur frí ígjár og kom hon inn við tíðini 29.77.
Elisabeth Erlendsdóttir frá Havnar Svimjifelag vann kappingina við 29.59 og Mira Miljeteig frá Norra vann bronsu, bert 0.03 sekund frá tíðini hjá Jonnu.
Hetta var kappingin fyri 14 ár og yngru.
Stórt tillukku Jonna og Elisabeth.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: