Jóna Østerø nýggjur samskipari av samdøgursrehabiliteringini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Jónu Østerø í starv sum samskipara av rehabiliteringini á Sambýlinum á Heygnum. Jóna verður knýtt at einum tvørfakligum toymi, har hon saman við ergoterpeutum og fysioterapeutum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur ábyrgd av samdøgursrehabiliteringini.

Jóna Østerø, sum er kandidatur í sjúkrarøktarfrøði, fer í tøttum samstarvi við ergoterpeutar, fysioterapeutar og røktarstarvsfólkunum á Sambýlinum á Heygnum, at menna tilboðið um samdøgursrehabilitering. Endamálið er m.a. at stuðla fólkapensjónistinum at megna sín egna gerandisdag í tann mun tað ber til, soleiðis at borgarin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.

Samdøgursrehabilitering er skipað sum eitt døgntilboð, sum kann vara í nakrar vikur, men sum krevur, at borgarin eisini hevur eitt ynski um at endurvinna mistar førleikar.

Jóna Østerø er úr Klaksvík. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur júst tikið kandidatsútbúgving í sjúkrarøktarfrøði. Í síni útbúgving hevur Jóna lagt dent á tann eldra medisinska sjúklingin/borgaran bæði innan sjúkrahúsverkið og í kommunalum høpi, og granskaði í hesum sambandi m.a. í NBH.

Jóna tók við starvinum 1. sep. 2019.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir Jónu vælkomnari og blíðan byr.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Please follow and like us:

One thought on “Jóna Østerø nýggjur samskipari av samdøgursrehabiliteringini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu

  1. Wonderful goods from you, man. I’ve remember your stuff previous to and you are simply too magnificent.

    I really like what you have obtained here,
    certainly like what you’re saying and the way by which you assert it.
    You’re making it enjoyable and you still take care of to stay it wise.
    I can’t wait to read much more from you. That is really a tremendous web site.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.