Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 30. november kl. 15.30. Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 30. november kl. 17.00.
Olivar Askham heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 2. desembur kl. 19.00
Hanus á Gørðum, prestur heldur røðu – boðið verður kaffimunnur aftaná, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 4. desember kl. 17.00
Rúna Sivertsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Kalsoy
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 18.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 19.00
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 20.30

Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 21.00

Sigrun Heldarskarð heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 22.35 – bussur er við í ferðini.

Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 7. desember kl. 16.00
Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author