Á Norðoyri varð jólatræið tendrað í kvøld kl. 19.00, har Hanus á Gørðum, prestur helt røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Fyrst bjóðaði Jan Askham, ein av stigtakrunum til jólahugnan á Norðoyri, vælkomin og greiddi frá skránni.

Hanus á Gørðum, prestur tók í søguna hjá jólatrænum í røðu síni og greiddi frá, at jólatræið og siðirnir kring tað, helst høvdu sín uppruna úr Týskland.

Fyrsta jólatræið, sum var reist í býnum í Klaksvík, sum eitt alment træ var miðskeiðis í farnu øld.

Hanus tosaði um at vera nærverandi um jólini og í dagligdegnum annars og ikki bert at vera núverandi, sum er uppi í tíðini, har umráðandi er at liva í “nú´inum”. Umráðandi er at vera nærverandi fyri børnini, familjuna og vinunum annars og eisini mótvegis tær sjálvum.

Hanus á Gørðum, prestur endaði við orðum hjá tí týska heimsspekingurin, Goethe, ið hevur sagt nakað hugvekjandi, hann nevnir teir 9 grundstuðlarnir undir allari eydnu:

1 – Heilsa til at arbeiða við gleði,

2 – Nóg mikið til lívsins uppihald,

3 – Megi til at vinna á sínum egnu trupuleikum,

4 – Megi til at viðganga egin brek og at rætta tey,

5 – Tol til at fullføra tað verk, tú hevur byrjað.

6 – Stórsinni til bert at ansa tí góða hjá menniskjum.

7 – Kærleiki til at vera gávumildur og hjálpsamur móti ørðum mennikjum.

8 – Trúgv til at liva eftir Guðs boðum.

9 – Mót til ikki at óttast fyri framtíðini.

Takk fyri

Eftir røðuna bað Hanus, prestur børnini um at hjálpa sær við at tendra træið, sum so eisini eydnaðist, eftir at tey høvdu talt niður frá 10.

Boðið varð síðani kaffimunnur og køkur aftaná inni í stóra bilhúsinum hjá Hildegunn og Magna Hansen.

Træið á Norðoyri var rættiliga vakurt og tók seg væl út í gomlu bygdini.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author