Jólahugni og gaman – men ikki ov nógv saman

Nú fer jólareikanin at byrja. Ein stórur spurningur hesa ársins tíð er sjálvandi, hvussu jólaborðhaldini, sum vit seta í samband við hugna og gaman, verða í ár, nú koronusmittan lúrir.

Fleiri stór arbeiðspláss hava valt at avlýsa jólaborðhaldið í ár. Onnur býta seg upp, har ymisku deildirnar hava jólaborðhaldið fyri seg. Hetta ber tíbetur boð um, at nógv eru tilvitað um koronutilmælini.

Tað er sera týdningarmikið, at øll brúka sítt vit og skil, tá ið tey annaðhvørt fyriskipa ella fara til eitt jólaborðhald. Tað er avgerandi, at bæði reinføri og frástøða verður sett fremst – eisini undir jólaborðhaldinum og í øðrum veitslulagi.

Tað eiga í mesta lagi um 20 fólk at koma saman til eitt jólaborðhald ella annað veitslulag.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author