Jólaheilsan

Jólini eru í nánd, og tímarnir til jólaaftan fækkast. Tað merkir oftast, at skjótt valdar friður.
Neyvan fari eg heilt skeivur, um eg sigi, at desember er tann mánaðurin, har vit hava mest á skránni. Jólahugni, jólatiltøk, jólakonsertir, jolahald, lusiagongur, bakstur, innkeyp, gávur ja, eitt hav av siðvenjum, sum skulu haldast viðlíka, samstundis sum vit eisini hava okkara dagliga gerandisdag.
Vit planleggja, gera avtalur og vóna, at vit náa alt, tí vit vilja so fegin hugna okkum, nú tað eru jól.
Seinastu dagarnir hava tó víst okkum, at tað ber ikki til at planleggja alt!
Vit eru nevnliga ikki harrar yvir øllum.
Ógvusligu skriðulopuni farna mánadag settu veruliga ein hvøkk í alt okkara lokalsamfelag, ja allar Føroyar.
Eina løtu steðgaði alt upp!
Eina løtu gjørdust vit hjálparsleys!
Eina løtu vóru vit óttafull!
Ógvusliga hendingin 19. desember hevur fest seg í minnið hjá okkum øllum. Men tíbetur upplivdu vit eisini samanhald, umsorgan, hjálpsemi og ikki minst næstakærleika. Hundraðtals fólk í kommununi vórðu biðin um at fara frá húsi og heimi, og nøkur høvdu tíverri onki annað val.
At vera nakað fyri onnur er ongin sjálvfylgja. Tað krevur yvirskot og ikki minst at seta egna dagsskrá til síðis eina løtu.
Tað hendi 19. desember. Fólk settu ætlanir til síðis fyri at hjálpa hvørjum øðrum. Tað finst neyvan nakað vakrari enn tað, og eru vit heppin og takksom fyri at eiga slík hjálpandi menniskju, fyritøkur og felagsskapir.
—
Jól eru á hvørjum ári, og hvørji jól uppliva vit okkurt serstakt. Minnini kunnu vera góð, men eisini minni góð. Tí kunnu vit fegnast um, at tað er ein boðskapur, sum er tann sami og ongantíð broytist – Gleðiboðskapurin um, at Jesus Kristus frelsari varð borin í heim.
Saman við familju, vinfólkum og kenningum fegnast vit á hvørjum ári um fødda Frelsaran, og tí eru tað mong, sum hittast til hugnaliga samveru hesa høgtíðina.
Tað eru tó eisini fólk, sum hesa tíðina uppliva einsemi, og tað haldi eg at vit øll kunnu leggja okkum í geyma, og eftir førimuni geva teimum, ið treingja, og vitja tey, sum sita einsamøll.
At vera nakað fyri onnur er ongin sjálvfylgja. Vár Harra styrki okkum til tess, tí vit vita, at “sælari er at geva enn at fáa”.
Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Karl H. Johansen
borgarstjóri