Jólaheilsan til Dialysusjúklingarnir frá okkara politikkara í 2016

Dialysusjúklingarnir í útjaðarnum fáa ring jól

Nú tað hevur verið kolandi stormur í allan dag og veðrið blívur verri ímorgin, so mugu dialysusjúklingarnir í Klaksvík allan tann langa vegin til Havnar til at fáa dialysu, tí tey hava einki annað val. 

Áðrenn valið søgdu allir politikkarnir á veljarafundinum í Badmintonhøllini í Klaksvík, eftir fyrispurning frá undirritaða, at dialysuviðgerðin skuldi koma til Klaksvíkar Sjúkrahús. Eftir valið siga teir, at okkara sjúklingar skulu bara klára seg sjálvir og reint út sagt, so skíta teir á sjúklingarnar her norðuri. Tit eru bert ein útreiðsla fyri teirra viðkomandi og tí verður ongin dialysa í nærumhvørvinum. Hetta er bara ikki gott nokk, at siga eitt áðrenn valið og so gera stikk tað mótsatta eftir valið. Tað hevði verið betur, um tit setti sjúklingum í hásæti, tí tað er lívsneyðugt, at vit eisini kunnu geva dialysu her norðuri.

Ein sjúklingur skrivar á Facebook:
Í dag fóru eg og aðrir norðoyingar í ringum veðri til Havnar. Vit høvdu onki val, vit máttu í ta lívsneyðugu dialysuna, sum bara er á Landssjúkrahúsinum.
Dialysuviðgerð er neyðug, tá nýruni ikki rigga. Blóðið verur koyrt ígjøgnum eina maskinu, sum reinsar tað, áðrenn tað fer inn aftur í kroppin. Hjá mær tekur hvør viðgerð 4 tímar, 3 ferðir um vikuna.
Í dag kom ein maður við bili eftir mær og hinum norðoyingum – tað hevur verið hansara arbeiði í nógv ár. Hann kundi ikki avlýsa túrin, eins og Strandferðslan gjørdi fyri dagin í dag og jólaaftan. Dialysuviðgerð er lívsneyðug og kann ikki avlýsast. Vit máttu koma til Havnar – so var støða tikin til um tað var ráðiligt at fara norð, tá viðgerðin var liðug í kvøld. Annars kundu vit gista á Landssjúkrahúsinum, inntil jólaaftansmorgun, ella til tað aftur var ráðiligt at koyra ímillum bygdir.
Var hetta viðgerðartilboðið eisini tøkt í okkara nærumhvørvi, sluppu vit frá at liggja veðurføst jólaaftan í eini sjúkrasong á Landssjúkrahúsinum.
Og hugsi tykkum um veðrið var enn verri enn í dag, og vit als ikki kundu koma til Havnar, til ta viðgerðina, sum heldur okkum á lívi? Tað er hent fyrr.
Tá dialysuviðgerðin var liðug, stóð bilførarin á dialysubussinum klárur at koyra fólk heim aftur Tollaksmessukvøld. Veðrið er ikki tespiligt, men hesum mugu sjúk fólk liva við – fyri at yvirliva. Tað kunnu vera betri loysnir, mynduleikarnir skulu bara vilja tað.

Óskiljandi men satt. Norðoya Portalurin ynskir okkara dialysusjúklingum Gleðilig Jól og vónandi hava okkara fólkavaldu ringan smakk í munninum, tá ið teir eta dunnuna jólaaftan.

Símun á Høvdanum

Her filmsklipp frá samrøðu við okkara Sigrid Mikkjalsdóttir um dialysu í Dag & Viku í gjár, klikk link her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/05/09/sigrid-faer-dialysu-heima-uttan-hjalp

Ynkelig samrøða við varastjóran Tummas í Garði í Dag & Viku í gjár, um hvussu Landssjúkrahúsið hevur handfarið okkara dialysusjúklingar í ára tíggir, klikk link her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/05/09/ls-er-ikki-so-einfalt-loysa

Her mynd frá veljarafundinum 18.08.2015, so er at leita í savninum hjá KVF og finna veljarafundin, um eg ikki hava rætt um lygningarnar hjá teimum øllum, skommin er tykkara. Okkara politikkara arbeiða næstan bara fyri Landssjúkrahúsið, tað húsið nærkast at hava fingið eina milliard tey seinastu árini, tonki uppá tað til næsta val.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: