Jólagávan frá andstøðuni

Andstøðan fegnast í hesum døgum um, at hava givið LGBT Føroyar eina jólagávu. Alt gott um at geva gávur,
men vita føroyingar hvat er í gávuni til LGBT? Og er tað nakað, sum eitur ein ókeypis jólagáva?

Hendan jólagávan, ið er givin LGBT, er sera væl innpakkað í fleiri løg av gávupappíri. Hon er pakkað inn í
reytt kærleiks-pappír, brúnt javnstøðu-pappír og grønt grundleggjandi rættinda-pappír. Her er so tjúkt av
gávupappíri, at borgarin ikki eingongd veit, um talan er um ein harðan ella bleytan pakka.

Fjølmiðlarnir skuldu havt stóran áhuga fyri at lýst innihaldið í jólagávuni, men teir hava hinvegin sett seg
saman við andstøðuni at pakka inn. Ja, sanniliga ein væl innpakkað gáva, ið bleiv send til LGBT í ár.

Ongin gáva er ókeypis. Heldur ikki gávur, sum innihalda rættindi. Fær ein ávísur bólkur nøkur rættindi, so
ávirkar hetta rættindini hjá øðrum samfelagsbólkum. Hesum sleppa vit ikki undan.

Hvør hevur so goldið fyri hesa nógv umtalaðu jólagávuna? Jú, rokningin bleiv send til nøkur ávís børn í
samfelagnum. Á rokningini stendur millum annað: “Tú hevur mist rættin til at kenna títt upphav”.

Her at enda kunnu vit spyrja okkum sjálvi: Hvør skal gjalda fyri næstu (jóla)gávuna til LGBT?

Eg, og fleiri við mær, fara at gera alt fyri, at slíkar rokningar ikki vera sendar út í samfelagið aftur.

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Trýst mynd og sjá okkara lýsingarprísir