John Syderbø nýggjur vinnu- og mentanarstjóri

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta John Syderbø í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 13 umsóknir vóru til starvið.

John Syderbø er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni, sum sjálvstøðugur ráðgevi.

John hevur leitt nógvar menningarverkætlanir, bæði hjá tí privata og kommunala. Hann hevur breitt innlit í vinnulív, og hevur eisini innlit og royndir við leiðslu og fyrisiting í kommunalari fyrisiting.

Áður hevur John Syderbø m.a. starvast sum marknaðar og produktstjóri hjá Føroya Tele frá 2015 – 2021.

John Syderbø byrjar í starvinum mánaðarskifti oktober/november 2022.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: