Johanna Christiansen stillar upp til Løgtingsvalið 2022

Johanna Christiansen

Hvør eri eg, og hvat vil eg?
Eg stilli upp á lista A til løgtingsvalið 8 desember.
Eri 53 ár, gift við Óla Marnar, og vit eiga 3 børn og 7 ommubørn/abbabørn.

Eri uppvaksin í Hvannasundi og flutti sum 19 ára gomul til Klaksvíkar.

Havi verið sjálvstøðug vinnurekandi alt mítt arbeiðslív.
Áhugan fyri politikki fekk eg sum barn. Pápi mín var íðin fólkafloksmaður, og onkur vil nokk siga, at eg varð heilavaskað sum barn 🙂

Til løgtingsvalið í 2011 stillaði eg upp á lista A, og til býráðsvalið 2020 bjóðaði eg meg fram og kom inn.

Siti nú sum forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð.

Í mínum 53 ára langa lívi havi eg møtt nógvari viðgongd, men eisini mótgongd.

Havi møtt nógvari gleði og eisini stórari sorg. Hesi ting hava lært meg, at lívið er ikki bara hvítt og svart, Vilt tú vita í staðin fyri at gita?? So ring 223849, eg taki fegin eitt prát.

Míni hjartamál eru:
– At Føroyar skulu vera eitt gott samfelag fyri okkum øll
– Familjan skal hava hægstu raðfesting
– At tey, sum bera brek, skulu hava tað líka gott sum eg og tú
– At øll vinnan skal hava góðar karmar at virka undir, eisini tey smáu sjálvstøðugu
– At í Føroyum skulu føroyingar ráða
– At vit hava ein sjálvberandi og sunnan búskap

Eg komi at greiða nærri frá um míni hjartamál

Jóhanna Christiansen
Fólkaflokkurin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: