Jóhan Eli Poulsen, ein borgarlig, liberal, sosial og tjóðskaparlig rødd á Tingið.

Eg havi tikið avgerð um at lata meg stilla upp aftur, tí eg meti at eg, við mínum vinkli upp á ymisku samfelagsviðurskiftini, kann verða við til at gera Føroyar til eitt enn betri land at búgva í. Eg meti tað verða sera umráðandi at fáa ein vanligan fiski og verkamann inn á Ting, ein ið kann umboða vanliga fiskimannin og arbeiðaran. Tað er av alstórum týdningi at fólkið kann endurspegla sær í onkrum av røddunum á Tingi.

Eg er 33 ára gamal og útbúgvin Skipsførari. Eg sigli í dag sum dekkari og avloysi sum stýrimaður. Eg búgvi í Hvalba, eri stakur og barnleysur. Frítíðin verður brúkt saman við vinum og familju, umframt at eg fáist nógv við seyð. Eisini brúki eg frítíðina í bjargingarfelagnum ið eg síggi sum ein tíðandi og neyðugan part av tilbúgvingini. Fyri kortum gav eg út yrkingarsavnið “Eitt blað úr lívsins bók”.

Síðsta valskei sat eg á Tingið í 15 mánaðir sum varðamaður fyri Fólkaflokkin. Mær dámdi stak væl Tingarbeiðið og er tað ein framíhjárættur at sleppa at verða við til at flyta samfelagið rætta vegin. Eg fekk fleiri av mínum hjartamálum ígjøgnum, antin partvíst ella heilt. Men enn eru nógv eftir at fremja og fari eg komandi dagarnar at lýsa tey nærri.

Hvar standi eg politiskt.
Eg eri borgarligur, eg gangi ikki inn fyri at broyta bert fyri at broyta. Men til tíðir kann verða neyðugt at broyta fyri at varðveita. Eg vil byggja víðari á teir varðar ið okkara undangongumenn hava bygt.
Eg eri liberalur, eg ynski ikki at staturin skal stýra fólkið niður í smálutir, men at fólkið hevur frælsi at skipa sítt lív soleiðis sum tey ynskja tað, so leingi tað ikki gongur útyvir frælsi hjá øðrum.
Eg eri sosialur, eg halda at tað er uppgávan hjá samfelagnum at hjálpa teimum ið ikki megna at hjálpa sær sjálvum.
Eg eri tjóðskaparligur, eg ynski ein frælsan sjálvstýrandi stat ið sjálvur tekur ábyrgd av egnum fólkið og viðurskiftum.
Eg byggi mítt lív á kristnu grundvirðini.

Eg havi nóg hjartamál og fari her at skriva nøkur av teimum,
• Ognarrætturin skal verjast og tryggjast.
• Skatturin skal lækkast, og frádrátturin hjá lesandi og lærlingum skal hækkast .
• Samferðslu kervið skal betrast munandi, ein Suðuroyartunnil skal gerast.
• Fiskivinnan skal hava greiðar og góðar karmar at virka undir, og heimaflotin ið leingi hevur verði gloymdur í allari avgjaldsøðini skal lyftast.
• Pengarnar skulu fylgja brúkaranum.
• Vinnan skal hava greiðar og góðar karmar at virka undir.
• Vit skulu hava ein greiðan integratión politikk.
• Almanna og Heilsuverkið skal skipast soleiðis at mest fæst fyri hvørja krónu.
• Umhvørvið skal verjast og stuðlast skal upp undir nýbygging av skipum fyri at koma skjótt fram á grønu leiðini.
• Tilbúgvingin skal mennast og betrast munandi.

Jóhan Eli Poulsen
Valevni fyri Fólkflokkin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: