Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, eina rimmar jomfrútalu

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen hevði sína fyrstu talu á Løgtinginum fyri løtu síðani og kom hann sera væl frá henni, har hann gav undarfarnu samgongu av grovfíluni.

Tá ið so Kristina Háfoss, so skemtiliga segði, at Jørgen Niclasen hevði skrivað hansara talu, so svaraði Jóhan Eli henni aftur, at har var ongin sum hevði hjálp honum við hansara talu og at hann var sum ein kettlingur, har hann tvey tey fyrstu tvey valini  valdu Tjóðveldi, tí hann var blindur, men hann var blivin klókari.

Í  samgongufundinum í morgun, var tað sum at vera við til eina líkskoðan, har eitt lík fyri og annað eftir komu út úr skapinum og nú vit tosað um Tjóðveldi, so er tann flokkurin eykendur fyri at koma út úr skapinum og tá var stórur látur í øllum tingsalinum.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.