Jógvan er í kirkju hvønn einasta sunnudag

Eitt av teimum trúføstu kirkjufólkunum í Kunoy er 83 ára gamli Jógvan Heinesen. – Mær dámar væl at koma í okkara kirkju, sigur hann.

Orð/mynd: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

KUNOY: Hetta er ein vanligur sunnudagur í Kunoy mitt í juli mánaði. Veðrið er av tí fræga í summar, men tað forðar kortini ikki fólki í at leita sær í kirkjuna.

Mangastaðni er tað so, at tað er minni av fólki í kirkju um summarið enn í vetrarhálvuni. Men tað eru í roynd og veru væl fleiri fólk í kirkju her, henda 5. sunnudagin eftir Tríeindardag, enn ein kundi væntað.

Henda sunnudagin er tað Hanus á Gørðum, prestur sum hevur gudstænastuna, har altargongd eisini er á skránni.

Millum kirkjufólkið er Jógvan Heinesen, sum enn einaferð hevði leitað sær eftir kirkjugøtuni klokkan 11 henda sunnumorgunin.

Jógvan hevur onkutíð avloyst sum klokkari, men í dag er Jógvan vanligt kirkjufólk.

– Hetta er ein sera hugnalig kirkja. Jú, mær dámar sera væl at ganga í kirkju her, slær hann fast.

Eitt annað, ið vert er at nevna í hesum sambandi, er, at so tíðliga sum í 1911 var gudstænasta hildin í Kunoyar kirkju, har lestur og alt var á føroyskum máli.

Tað sigur heldur ikki so lítið, at kirkjuklokkan longu í 1906 fekk innskrift á góðum føroyskum máli, eftir at hon var brotnað, og gjørd aftur í Keypmannahavn sama árið. Teksturin er:

Boð skal eg bera øld eftir øld
ímillum Drottin og mannafjøld

FASTAN SESS
Vitjar tú eina av teimum smærru bygdarkirkjunum, er helst ikki ofta, at tú ikki fært sitipláss.

Men eitt annað er, at í mongum bygdum er tað so, at tá ein er til gudstænastu, setir ein seg í tann beinkin, stólin ella sessin, har forfedrarnir altíð hava sitið.

Í onkrum kirkjum var tað enntá soleiðis frá gamlari tíð, at ein kundi navngeva ta einstøku familjuna og tann sessin, sum hon ”átti” niðri í kirkjuni.

Men so eru tað eisini tey, sum eiga sín fasta sess uppi á loftinum, ofta beint við har organisturin situr og spælir.

Soleiðis er eisini her í Kunoyar kirkju, har 83 ára gamli Jógvan Heinesen er fastur maður uppi við orglið.

– Ja, hetta er mítt fasta pláss. Og soleiðis hevur tað altíð verið, greiðir hann frá.

SEINASTA ØRINDI
Í mongum av stóru og smærri kirkjum okkara hevur organisturin skipað so fyri, at føst fólk standa uppi við orglið og syngja fyri. Soleiðis er eisini her í einari av smærru bygdarkirkjunum.

Tá urguleikarin setir seg við orglið, so veit hann líka vist sum amen í kirkjuni, at við hansara vinstru lið situr Jógvan á sínum sessi og syngur.

– Jú, mær dámar væl at syngja sálmar. Ókey, eg eri ikki nakar stórur sangari, men eg royni tó at stuðla sálmasanginum í kirkjuni, greiðir Jógvan frá. – Annars haldi eg, at tað var sera góður sálmasangur undir gudstænastuni dag.

Ein av hansara ”uppgávum” í so máta er at fylgja við tí einstaka sálminum.

– Og so sigi eg eisini organistinum frá, tá vit nærkast endanum av seinasta ørindinum í sálminum, vísir hann á.

Hetta hevur nógv at siga fyri organistin, sum eina løtu lættliga kann missa eitt ørindi burtur, meðan hann spælir ein sálm. Tá er gott at hava ein við sína lið, sum kann fylgja við og siga frá.

– Jú, eg havi skilt, at hetta dámar teimum væl.

OKKURT MANGLAR
Ofta verður tosað um tey trúføstu kirkjufólkini, sum sunnudag eftir sunnudag, og ár eftir ár, leita sær í staðbundnu kirkjuna til gudstænastu.

Fyri hesi er tað, um ein kann siga tað so, heilt natúrligt at leita sær í kirkju ella samkomuhús, tá sunnudagur er.

Hetta sama ger seg galdandi hjá Jógvani, sum aftur var farin til gudstænastu, tá umboð fyri fólkakirkjuna vitjaði í Kunoy.

– Ja, eg eri hvønn einasta sunnudag í kirkju. Tað er fast hjá mær.

– Hjá mær er tað so, at um eg ikki havi verið í kirkju ein sunnudag, so er tað líkasum at okkurt manglar, sigur Jógvan og brosar.

Og hann leggur aftrat:

– Eg veit ikki, – eg eri onkursvegna vorðin bundin av hesum at koma í kirkju og hoyra Guds orð.

Fólkakirkjan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: