Jørgen Niclasen spyr Høgna Hoydal um uppboðsølu

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal um uppboðsølu. Spurningurin verður svaraður á tingfundinum mikudagin.

Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum

1. Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssølu av fiskirættinum

2. Um, ja, ætlar landsstýrismaðurin er gera tað umsitingarligt ella kemur landsstýrismaðurin í Løgtingið við uppskoti um lógarbroyting?

Viðmerkingar:

Landsstýrimaðurin í Fiskivinnumálum hevur í miðlunum boða frá, at hann ikki var nøgdur við seinastu uppboðssølurnar av fiskirættinum. Hann gjørdist kløkkur av, at tey sterku reiðaríðini høvdu hægsta boð og keyptu fiskirættindini á uppboðssøluni. Í miðlunum, hevur Høgni Hoydal róð framundir, at ávís reiðaríðir skulu útilokast frá uppboðssølu av fiskirættindum.

Hvussu ein møgulig politisk útreinsan skal gerðast, er tó ikki greitt. Tí verður spurt, hvørjar ætlaninir landsstýrismaðurin hevur, hesum viðvíkjandi.

17. september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður

Please follow and like us:

One thought on “Jørgen Niclasen spyr Høgna Hoydal um uppboðsølu

  1. Pingback: best braided wigs

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.