Politikkur Tíðindi

Jørgen Niclasen spyr Hendrik Old bygdaleiðir til Glasir

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Hendrik Old um bygdaleiðir til Glasir. Spurningurin verður svaraður á tingfundinum mikudagin.

1. Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at fáa broytt ferðaætlan hjá bygdaleiðum, so tær passa til skúlatíðirnar í nýggju Glasum.

Viðmerkingar:

Glasir eru latnar upp og hópin av ungdómi gongur har. Í bygdaleiðum eru mong ung lesandi hvønn morgun og hvønn seinnapart. Áðrenn Glasir, var ferðaætlanin væl løgd í mun til skúlan, men so er ikki nú.

TD. fara ungdómar úr Vágum kl. 6.45 á morgni fyri at møta á Glasi til skúlagongd, sum byrjar kl. 8.10. Tá koyra bygdaleiðir framvið Glasi.

Seinnapartin hava næmingarnir frí kl. 15,25, men bussurin fer kl. 15.15. Seinnapart koyrir bussurin ikki fram við Glasi, so tey ungu mugu brúka býbussin fyri at koma til bygdaleiðir. Sostatt eru hesi ungu ikki heima fyrr enn í fyrsta lagi kl. 17.30.

So fyri at vera undirvíst í 6 tímar, eru tey ungu heimanfrá í nærum 11 tímar. Tað burdi borið til at lagt ferðaætlanina hjá bygdaleiðum um, so hon passaði betur til skúlagongdina. Hetta hevði ikki kosta eitt oyra eyka.

Tí verður hesin spurningur settur.

17. september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.