Jóannes og Adrian fingið landsliðsboð

Samstundis sum Adrian Justinussen og Jóannes Kalsø Danielsen fyri fyrstu ferð fingu landsliðsboð, boðaði Lars Olsen frá, at hann gevst sum føroyskur landsliðsvenjari

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia og Malta, sum verða á Tórsvølli ávikavist 12. og 15. aktober.

Tveir mans eru úttiknir hesaferð, ið ikki hava verið partur av A-landsliðshópinum áður. Talan er um Adrian Rúnason Justinussen úr HB, og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ.

Og beint eftir at Adrian Justinussen og Jóannes Kalsø Danielsen høvdu fingið síni fyrstu A-landsliðboð, boðaði Lars Olsen frá, at hann gevst sum landsliðsvenjari í Føroyum, tá sáttmálin millum FSF og fryntliga danan gongur út á nýggjárinum.

Lars Olsen hevur staðið á odda fyri landsliðnum í átta ár, og tá Føroyar vóru ovast á styrkislistanum hjá FIFA, var føroyska liðið nummar 74. Tað er eisini tað hægsta, ið Føroyar nakrantíð hava verið á FIFA-listanum.

– Hetta hava verið nøkur sera góð ár, og eg havi verið errin av at verið landsliðsvenjari hjá Føroyum. Men nú er tíðin komin at finna aðrar avbjóðingar, segði føroyski venjarin millum annað á tíðindafundinum.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ
Teitur Matras Gestsson, HB
Atli Gregersen, Víkingur
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gilli R. Sørensen, SK Brann (Norra)
Magnus Egilsson, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Andrias H. Eriksen, B36
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra)
Eli Falkvard Nielsen, B36
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur H. Olsen, FH (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Adrian Justinussen, HB
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ

Seinastu dystirnir í hesari undankappingini verða spældir um miðan november. Fríggjadagin 15. november á útivølli móti Norra, og mánadagin 18. november spæla Svøríki og Føroyar á Friends Arena í Stokkhólmi.

Kelda: FSF.fo

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.