Javnaðarflokkurin er í knúsi

Hetta man vera tann løgmaðurin, sum hevur klára seg vánaligast, at stýra einari samgongu, har tað reint út sagt hevur verið kaos í næstan fýra ár og hann hevur klára at smildra sín egna flokk sundur.
Taka vit suðuroynna, so bleiv landsstýrismaðurin í samferðslumálum Henrik Old blakaður út. Fólkini í Famien blivu stungin í ryggin.
Hin suðuroyingurin Kristin Mikkelsen bleiv eisini blakaður út, ikki nokk við at hann fekk sekkin, hann bleiv eisini blakaður út úr Javnaðarflokkinum og sleppur als ikki upp í flokkin aftur.
Í Tórshavn handla Javnaðarfólk í heimildarloysið fyri 10tals milliónir, men løgmaður helt hondina yvir landsstýriskvinnuni alla tíðina, men til endast bleiv hon blaka út og tá skifti Aksel V. Johannesen beinanvegin meining og helt tað var í fínasta íordan, at hon bleiv blaka út. KVF gav Aksel góða tíð í besti senditíð, har hann kundi forklára Føroya fólki, at nú var tað í finasta íordan at blaka Rigmor Dam út.
Javnaðarflokkurin hevur eisini megna at strika Norðoyggjar og Eysturoynna av Føroya kortinum, har hesar oyggjar skulu útíhýsast fyri allari menning (menningarkvotur) og har Javnaðarflokkurin stigvíst tekur 100 tals milliónir frá hesum økjunum og koyrir milliónirnar í eitt stórt tómt hol í Tórshavn, tær skulu bara ikki vera verandi í Norðoyggjum og Eysturonni.
Hetta er eisini einasti løgmaður, sum útihýsir ein heilan flokk og fólkaslag, nevnliga Fólkaflokkin og fólkafólksfólk.
Nú ætlar løgmaður at geva Framsókn mentamálaráðharran, sum Javnaðarflokkurin eigur, á tann hátt sleppur hann frá at velja nevndirnar av nýggjum og soleiðis blívur Aksel V. Johannesen við at knúsa sín egna flokk sundur, men endiliga tykjast fólk at vaknað og venda hesari samgonguni baki og siga at nokk er nokk.
Í seinastu veljarakanning tann 28. januar í ár missir samgongan meirilutan og fær bert 15 tingsessir, meðan andstøðan fær heili 18 tingsessir.
Har eru nógv onnur mál ein kundi tikið upp, men lat hetta vera fyri fyrst. Mín persónliga meining er tann nú, at lat hesa samgonguna sita nakrar mánaðar afturat, tí so kunnu øll Føroya fólk síggja, hvussu langt úti hesar flokkar eru, har tey innan flokka knúsa hvønn annan sundur og tey halda upp á eina samgongu við rossahandlum við einstøk fólk fyri 100tals milliónir og hvør skal gjalda fyri alt hetta óskili, tað vera eg og tú.
Hesi fólk leita nú inn í flokkarnar, sum sita í samgonguni, har tey so fara at njóta gott av valpengunum og valstríðnum hjá hesum flokkum og sleppa á tann hátt, frá at brúka sínar egnu pengar og kunnu so taka løgtingssessirnar frá javnaðarfólkum og tjóðveldisfólkum, sum sita inni nú og tá ið so valið er av, so vera hesu fólk aftur leysgangara og kunnu aftur spæla sítt egna spæl, hvar er moralurin?
Løgmaður og samgongan hava verið sera heppin, hesu skjótt fýra árini, tey hava situ, tey hava nevnliga havt sterkasta miðilin í Føroyum í sínum parti, nevnliga Kringvarp Føroya og hetta segð ein, sum arbeiðir á Løgtingsskrivstouni, “at verður hendan samgogan vraka, so sigi eg upp mítt starv uppá standandi fót, tí tað hevur verið einstandandi friður á Løgtingsskrivstouni av KVF í hesari setuni, í mun til seinastu setu, tí tá fingu vit á Løgtingsskrivstovuni ikki ein dag frið frá hesum fólkunum, landsstýrisfólk, løgmaður og onnur blivu jagstraði hvønn dag og tað var als ikki stuttligt og hetta vil eg ikki uppliva aftur”.
Soleiðis er spæli einaferð, summi skulu knúsast og onnur sleppa.
SáH