Japanski sendiharrin vitjaði í Klaksvík

Seinnapartin í gjár var japanski sendiharrin í Danmark og vitjaði Karl Johansen, borgarstjóra. Endamálið við vitjanini var at kunna seg um føroysk viðurskifti og menna samstarvið millum Føroyar og Japan. Seinni í vikuni kemur eisini eitt ferðalag av vinnulívsfólkum, sum koma at hitta føroyskar fyritøkur.

Borgarstjórin hevur áður hitt japanska sendiharran, Manabu Miyagawa, á fundi í Danmark í maj í 2021. Tann fundurin var á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn, har føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn eisini luttók.

Vitjanin byrjaði við miðmála í Spaniastovu og eftir tað var ein fundur á skránni. Evni á fundinum var eitt nú hvalaveiða og vinnulív. Eisini bar sendiharrin eina heilsan til Karl frá borgarstjóranum í Taiji í Japan, sum er vinabýur við Klaksvíkar kommunu. Eftir fundin greiddi Andras Sólstein frá Norðoya Fornminnisavni frá søguliga bygninginum og virkseminum hjá fornminnissavninum.

Eftir tað varð farið á virkisvitjan hjá KSS, har Frimodt Rasmussen, stjóri, og Jógvan Jacobsen, søluleiðari, greiddu frá og vístu fyritøkuna fram. Seint seinnapartin varð vitjað í Íverksetarahúsinum, har Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri, og Dávið Sundskarð, íverkseti, greiddu frá. Vitjanin í Klaksvík endaði við einari vitjan í atelierinum hjá Edvardi Fuglø.

Japanski sendiharrin var sera hugtikin av vitjanini í Klaksvík. Hann nýtti eisini høvi at bjóða borgarstjóranum og fyritøkum í Klaksvík ein túr til Japan.

Fleiri myndir, klikk link her “Japanski sendiharrin vitjaði Klaksvík”.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: