Janus Rein hevur hesa vikuna sætið á løgtinginum

Janus Rein hevur hesa vikuna sætið á løgtingi fyri Joen Magnus Rasmussen, sum er farin í stutt tíðar farloyvi.
Janus fekk 273 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, og gjørdist sostatt nummar átta á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann er fyrsti eykamaður hjá flokkinum aftaná at Annika Olsen gjørdist borgarstjóri og Joen Magnus Rasmussen tók langtíðarsæti á tingið.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: