Komið og hoyrið úrmælingin í góðari tænastu, Jan Restorff, í Kongshøll fríggjadagin 6. mars kl. 13.

Matstovan hjá Jan hevur fingið Michelin stjørnu fjúrtan ár á rað, og sjálvur hevur hann vunnið fleiri prísir fyri einastandandi upplivingina, sum hann gevur hvørjum einasta gesti. Jan fer millum annað at greiða frá, hvussu hann tryggjar eitt høgt tænastustig hvønn dag í árinum.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line og Karin Visth, vínovasti í Gist & Vist, fara eisini at hugleiða um ferðavinnuna í framtíðini.

Harumframt fer Annika Solveig Hedegård Isfeldt, mannfrøðingur, at siga frá, hvussu ferðavinnan ávirkar føroyingar.

Íverksetarar, sum hava tikið lut í verkætlanini hjá Hugskotinum “Nýskapan í ferðavinnuni”, fara eisini at leggja fram. Íverksetararnir fara at vísa, hvørjar ætlanir teir hava fyri ferðavinnuna í framtíðini.

Aftaná verður ábit.

Skunda tær og tekna teg til tiltakið á heimasíðuni hjá Hugskotinum: https://hugskotid.fo/skrseting-vinnuforum-2020

Tórshavnar Kommuna

SáH

Lýsing Norðoya Sparikassi

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author