Fiskivinna

Jákup B landar til Kósina júst nú

Jákup B er komin aftur til Klaksvíkar. Teir landa akkurát nú til Kósina og hava teir 118.792 pund, tað mesta toskur.

Ein partur av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað 35.800 pund, 34.720 pund hýsa og 1080 pund av havtasku.

Jákup B fór túr tann 17.05 og hava teir roynt við línu vestanfyri Føroyar.

SáH

 

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *