Jákup B er komin aftur til Klaksvíkar. Teir hava roynt við línu á Íslandrygginum.
Teir landa júst nú til Kósina og hava 120.000 pund.
Tað mesta av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 113.940 pund, 96.600 pund toskur, 3.900 pund brosma, 3.600 pund blálonga og 9.840 pund svartkalvi.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.