Jákup B landar 110.000 pund til Kósina í dag

Jákup B er afturkomin og teir byrjaðu at landa hann klokkan 10:00 í morgun. Jákup B hevur roynt við línu á Íslandsrygginum.

Tað mesta var toskur, umleið 60.000 pund og stórur partur av lastini bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 43.320 pund, 21.840 pund blálonga, 11.400 pund svartkalva og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Jákup B byrjaði túr 30. november og væntandi var hetta seinsta túrurin áðrenn jól.

SáH

JÁKUP B – ( KG 7 ) KLAKSVÍKAR HAVN 30-11-2019 11-12-2019 21.660
Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.