Jákup B hevði 125.000 pund og kom aftur kl. 05:00 í morgun

Tað er ikki á hvørjum degi, at News.fo og Norðoya Portalurin sleppa at taka ímóti endanum á einum skipi, tað hendi í morgun kl. 05:00, tá ið Jákup B kom aftur.

Jákup B hevur havt ein góðan túr norðan fyri Føroyar og hava teir 125.000 pund, tað mesta er toskur og hýsa.

Jákup B fór túr týsdagin tann 12. februar, so hesin túrurin var 10 dagar íalt og landa teir nú til Kósina.

Veðrið hevur til tíðir verið vánaligt, men nú skal tað vera gott at koma heim, segði ein av manningini við meg.

Skipari hendan túrin var Helmar Lassen.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: