Ítróttafeløg kunnu nú søkja um covid-19 stuðul

Ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin kunnu nú søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið hevur oyramerkt fýra milliónir krónur til endamálið
Føroya Løgting hevur sett fýra milliónir krónur av í covid-19 stuðli til ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin – tað eru sambært reglugerðini ÍSF og limafeløg tess.

Ítrótturin kann søkja um mistar inntøkur fyri tíðarskeiðið 12. mars – 30. juni 2020. Søkjast kann um stuðul fyri mistar inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglurgerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19”. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 20.000 krónur.

Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið átta milliónir krónur í inntøkum.

Ítróttafelag og sambond undir ÍSF hava fingið umsóknarskjal um covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. august 2020.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya

Maverick Barr
Maverick Barr
Please follow and like us:

2 thoughts on “Ítróttafeløg kunnu nú søkja um covid-19 stuðul

  1. Pingback: Small child

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.