Integratións café á Skúlatrøð


Tunnilsdagin 30. apríl kl. 14.00 bjóðar Klaksvíkar kommuna, saman við integratións nevndini hjá kommununi, til eina hugnaliga integratións café á Skúlatrøð. Á skránni verður tónleikur, undirhald til børn ókeypis kaffi og hugni til alla familjuna.

Endamálið við tiltakinum er at koma hvørjum øðrum við, har føroyingar og tilflytarar, sum hava búð í Føroyum í styttri ella longri tíð, kunnu koma saman, læra hvønn annan at kenna og fáa eina hugnaliga løtu saman.

Tiltakið er ein liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá integratións nevndini er skipa fyri tiltøkum, sum eru integratiónsfremjandi. Í mun til International day, sum var eitt afturvendandi tiltak, har tilflytarar vístu teirra mentan fram, so er endamálið við integratións caféini at skipa fyri einum tiltaki, sum kann vera enn meira savanadi fyri føroyingar og tilflytarar.

Karl Johansen, borgarstjóri og formaður integratiónsnevndini, sigur, at hann vónar, at nógv fólk fara at taka av møguleikanum og standa saman um integratiónsarbeiðið í kommununi.

– Hetta er ein góður møguleiki at hittast til hugnaliga samveru á Skúlatrøð. Eg gleði meg serliga til at heilsa uppá fólk og vónandi eisni læra nýggj fólk at kenna.

Integratiónsnevndin og Klaksvíkar kommuna bjóða øllum borgarum vælkomnum til eina spennandi og viðkomandi café. Skráin er ikki endalig enn, men verður almenn mánadagin 25. apríl.

Í integratiónsnevndini eru: Karl Johansen, borgarstjóri, og Jógvan Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, David Im, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl og Daria Zellmer.

Klaksvíkar Kommuna

Lýsingarprísir news.fo og Norðoya Portalurin
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: