Innstillingar til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022

Tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022 eru ungir íðkarar innan frælsan ítrótt, hondbólt og ríðing.

Ungi úrmælingurin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsstjørnuskotið úr Hoyvík, Óli Mittún og stórtalentið innan reiðítróttin, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 4. februar 2023.

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur, síðani hann byrjaði at íðka frælsan ítrótt sum smádrongur, verið í eyðsýndari menning.

Á leiðini hevur hann havt bæði framgongd og mótgongd, har stríðsviljin, reglusemið og stuðulin altíð hava havt yvirvág, og soleiðis vendist mótgongdin hvørja ferð til eina javna framgongd. Hetta krevur eina heilt serliga mentala styrki og árið 2022 var árið, har Jónas veruliga ritaði sítt navn fast sum ítróttafólk á hægsta støði.

Jónas liggur fremstur á danska ranglistanum fyri sín aldur í fleiri greinum og er hann eisnini danmarksmeistari fyri sín aldur í fleiri av greinunum.

Hann megnaði í 2022 at klára krøv til U18 EM, sum varð hildið í Jerusalem í Ísrael í juli, har hann bøtti enn meira um føroyska metið á 400m, sum hann sjálvur átti. Eisini var hann við til NM í Svøríki seinni í juli.

Jónas er ein av Føroya allarbestu íðkarum í frælsum ítrótti og hevur víst, at við ídni og áhaldni ber til at náa tindunum.

Óli Mittún, er ein 17 ára gamal hondbóltsspælari úr Hoyvík við heilt serligum evnum. Øll ungdómsárini hevur Óli við síni ferð, styrki, orku og teknisku førleikum hugtikið føroyskar hondbóltsfjepparar.

Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast, bæði í Føroyum og uttanlands.

Í heimligu kappingunum hevði Óli ein avgerðandi leiklut tá mannsliðið hjá H71 vann bæði steypakappingina og landskappingina og harvið gjørdust greipuvinnarir.

Eisini spældi Óli sínar fyrstu landsdystir í oktobur umframt, at hann í farna árið hevur umboðað bæði U18 og U20-landsliðini til EM-endaspøl í Portugal og Montonegro.

Til U18-endaspælið í Montenegro gjørdist Føroyar nummar níggju í Europa, og Óli Mittún var toppskjútti í allari kappingini við ikki færri enn 80 málum. Óli varð eisini kosin besti spælari í allari kappingini, sum var eitt einastandandi avrik.

Í vár gjørdi Óli Mittún sáttmála sum yrkisspælari við svenska toppliðið, IK Sävehof. Hóast sín unga aldur hevur Óli longu nú gjørt vart við seg, og í svenskum hondbóltsmiðlum var hann stutt undan ársskiftinum mettur sum evnaríkasti ungi spælari í fremstu mansdeildini í Svøríki.

Ragnheiður Ólafsdóttir Dam Unga reiðkvinnan hevur seinasta árið av álvara sligið sítt navn fast í føroyskum ítrótti.

Ragnheiður hevur tikið seg nógv fram í farna árinum, hon hevur lagt sera nógva orku og tíð í sínari venjing við rossunum, serliga við hestinum Hugi frá Hrepphólum.

Tá Ragnheiður herfyri skuldi luttaka í DM og NM, valdi hon at flyta til Danmarkar við hesti sínum, so hon kundi fyrreika seg uppá besta møguligan hátt.

Úrslitið til DM vóru eisini framúr góð og unga reiðkvinnan megnaði at kvalifisera seg til ikki minni enn tvær A-finalur. Og hetta má metast sum eitt satt bragd

Til Norðurlandameistaraheitið í Álandi, í bólkinum ung upp til 21 ár, kom Ragnheiður heilt fram í eina A-finalu í greinini fjórgongd. Hetta er eitt sera flott úrslit, serliga tá havt verður í huga, at støðið til NM er sera høgt, hetta av tí at norðurlond er sera frammalig innan gongulagsríðing.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ eina peningaupphædd á 5.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 4. februar kl. 20:00.

Atgongurmerkið til ÍtróttaFAGNAÐIN á 225,00 kr kunnu keypast á www.nlh.fo

ÍSF

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: