Innilig áheitan frá Alzheimerfelagnum

Alzheimerfelagið umboðar ein samfelagsbólk, sum lítur fult á dagliga hjálp frá øðrum. Hesi fólkini eru í mongum førum sera illa fyri. Fella hjálparfólk ella avvarðandi frá, verða hesir samfelagsborgarar sleptir fullkomiliga upp á fjall. Ofta versna tey eisini, tá ið umstøðurnar broytast, og tað rættast ikki uppaftur.

Tað eru so mong sjúk og veik, ið vit mugu verja. Hesi slepppa ikki út at vera sosial, og teirra avvarðandi sleppa ikki at vitja. Eitt tað ringasta fyri okkum menniskju er at sita avbyrgd uttan møguleika fyri at fáa samband við okkara næstringar og avvarðandi. Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri bæði tey sjúkuraktu og fyri teirra avvarðandi.

Alzheimerfelagið heitir tí á ØLL, ung sum gomul, um at standa saman og virða tey átøk, ið myndugleikin mælir til, og gera sítt til, at so mong sum gjørligt koma væl frá hesari sóttini, ið herjar kring heimin.

Her ger hvørt einasta lítla íkast stóran mun.

Alzheimerfelagið

Gomul Tíðindir:

Nógv fólk til móttøku á Klaksvíksvegi 7 í dag

Please follow and like us:

2 thoughts on “Innilig áheitan frá Alzheimerfelagnum

  1. Pingback: porn movie
  2. Pingback: dumps pin

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.