Innbrot í Maverick Barr í morgun

Klokkan 03:42 fór alarmurin frá á einum yvirvakingartóli í Maverick Barr og eigarin, sum altíð er tíðliga uppi, var eisini uppi í morgun og bar skjótt at, ringdi 114 og so avstað í bilin eftir innbrotstjóðinum.

Komin niðan í Maverick, var ongin maður at síggja og tað gingu bert nøkur sekund, so var Politi á staðnum. Vit sikraði staðið og so fór Politi at leita eftir manninum og eftir ½ tíma, so var maðurin funnin, nærhendis við Maverick Barr, men uttan nakrar brennivínsfløskur.

Maðurin hevði klára at stjolið 4-5 brennivínsfløskur, so um onkur finnur tær, so vera tit biðin um at avleverað tær til Politistøðina í Klaksvík.

Øll hendingin bleiv upptikin og Politi fær nú upptøkurnar, sum so kunnu brúkast sum prógv ímóti manninum.

Politi eigur rós uppiborið fyri skjótt og gott arbeiðið í morgun og takki eg fyri teirra innsats.

Fantastisk at hava eitt so gott Politi.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author