Innbjóðing til Svimjifagnaðardagin 2018 í Klaksvík

Sunnudagin hin 1. juli 2018 skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri einum stórum og vónandi sera stuttligum spælidegi í Klaksvíkar Svimjihøll.
Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum børnum sum ganga í 4. ella 5. skúlaflokki, óansæð hvussu væl tey duga at svimja – Men av praktiskum ávum mugu vit tó avmarka luttøkuna til umleið 110 børn.

Minnist til at melda til Svimjifagnaðardagin 2018
So er tað mikukvøldið kl 18:00 at vit lata upp fyri tilmeldingunum til Svimjifagnaðardagin 2018. Vónandi finna vit 110 børn úr 4. og 5. flokki sum hava hug at hava tað stuttligt í Klaksvíkar Svimjihøll, sunnudagin hin 1. juli 2018.
Tilmeldingarskipanin stongir tá og um vit røkka hesum 110 – og um hetta skuldi víst seg at ganga sera skjótt, so kunnu vit kanska umhugsa at bjóða fleiri.

So er klárt at melda til Svimjifagnaðardagin 2018
Her niðanfyri eru tilmeldingarskjøl til Svimjifagnaðardagin 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, sunnudagin hin 1. juli 2018.
Tilmeldingarskjal til børn í 4. flokki
Tilmeldingarskjal til børn í 5. flokki