Ikki vakurt hjá ferðafólkum at hyggja at einum rustaðum sementbili á Stongunum

Nógv ferðafólk leita sær til Kalsoynna hesar dagarnar og ikki er tað serliga vakurt, at tað síðsta tey síggja í Klaksvík, er ein rustaður sementbilur á kajøkinum á Stongunum og tá ið koyrt verður umborð Sam, so kann væl henda, at bilurin botnar, tí holirnar eru blivnar sera stórar á kajøkinum.
Kanska eitt hugskot hjá Klaksvíkar Havn, at flyta handan bilin og fylla eitt sindur av skerv í holirnar, so bilarnir ikki botna.
Annars góða Norðoyastevnu til tykkum á Klaksvíkar Havn.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: