Ikki longur tilmæli um koronapass

Eftir áheitan frá landsstýrinum, hevur Farsóttarnevndin í dag viðgjørt spurningin um brúk av koronapass innlendis í Føroyum. Tilmælið frá Farsóttarnevndini til landsstýrið er greitt: tað er ikki longur heilsufakligt grundarlag fyri at brúka koronapass innlendis í Føroyum.

Landsstýrið hevur tískil tikið avgerð um, at frá í dag av verða tilmælini broytt, soleiðis at mælt verður ikki longur til brúk av koronapassi. Koronapassið skal tó framvegis nýtast til ferðir uttanlands. Mælt verður nú til at í mesta lagið 100 fólk samlast.

“Eg havi alla tíðina sagt, at eg ætli mær ikki at mæla til brúk av koronapass ein dag longur enn neyðugt. Tí fegnist eg um, at vit í dag kunnu fara burtur frá hesum. Samstundis vil eg leggja dent á, koronasmittan framvegis ger nógv um seg. Tí er týdningarmikið at fólk eru ansin, lata seg kanna, um tey kenna sær okkurt og lata seg koppseta við 3. prik.”
 Sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur Farsóttarnevndin eisini viðgjørt eina møguliga exit-strategi fyri koronahandfaringina. Farsóttarnevndin hevur upplýst, at enn er vitanin um Omkikron ov avmarkað, og tí ber ikki til at koma við einari nágreiniligari exit-strategi enn.

Harumframt hevur Farsóttarnevndin viðgjørt sóttarhaldsreglurnar. Væntandi kemur Farsóttarnevndin við kunning um tillagingar í  sóttarhaldsreglunum seinni í vikuni.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: