Tíðindi Vinna

Í mun til 2017 er avreiðingarvirði minkað við 450 mill kr.

Hoyrdi av tingsins røðarpalli Tjóðveldistingmann úr Norðtreymoy tosað um hvussu nógv avreiðingarvirði var vaksið undir sitandi samgongu.

Kendist ikki við tølini, so gjørdi mær tann ómak at hyggja inn á Vørn. Tók allar avreiðingar síðan 2008 og setti tey inn í eitt skema, soleiðis tølini eru lættari at lesa. Her er sjón fyri søgn. Avreiðingarvirði undir sitandi samgongu hevur mest sum staði í stað, og fyrstu 11 mánaðirnir í ár, í mun til 2017 er avreiðingarvirði minkað við 450 mill kr. Jú tú las rætt. 450 mill kr!!!!!

Er tað so trupult at fyrihalda seg til ein sannleika, sum i hesum førum eru tons og kr. Ella er tað so, at summi lúgva so leingi tey sjálv trúgva uppá tað? Hann sum ikki trýr hesum, er vælkomin at fara inná Vørn (www.fve.fo) og Hagtøl. Herundir er ein bjálki sum eitur Veiða sambært avreiðingarseðli. Herundir kunnu veljast tíðarskeið og nøgd ella kg.

Og tit eru vælkomin at deila hesa staðfesting

Pól Huus Sólstein, Facebook 15-11-2018

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.