Í gjár vórðu seks smittutilburðir staðfestir

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, hósdagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Allir tilburðir eru av kendari smittuketu.

1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 273.955 kanningar.

707 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 37 persónar smittaðir við koronu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author