Í dag eru munnligur fyrispurningar á Løgtinginum

Her er yvirlitið um allar munnligu fyrispurningarnir ídag.
Yvirlit yvir Munnligar fyrispurningar 20. mars 2019
1. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi ferðaætlanini hjá
Bygdaleiðum (Jónleif Johannesen)
2. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi Gásadalstunlinum
(Jørgen Niclasen)
3. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi fíggjarstøðuni hjá SSL
(Jørgen Niclasen)
4. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi ferðaseðlaprísum hjá
SSL fyri turistar (Jørgen Niclasen)
5. Til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi útgreininig og viðgerð av
neurologiskum sjúklingum (Jenis av Rana)
6. Til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi leiðsluni í heilsumálaráðnum
(Jenis av Rana)
7. Til Kristinu Háfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, viðvíkjandi misvísandi upplýsingum frá
Landsbankanum (Jørgen Niclasen)
8. Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, í fiskivinnumálum, viðvíkjandi Íslandssáttmálanum (Jørgen
Niclasen)
9. Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, í fiskivinnumálum, viðvíkjandi sildakvotuni fyri 2019
(Jørgen Niclasen)
10. Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, í fiskivinnumálum, viðvíkjandi uppboðssølu (Bill
Justinussen)
11. Til Honnu Jensen, landsstýrismann í undirvísingarmálum, viðvíkjandi biðilistum til
Musikkskúlan (Bill Justinussen)
12. Til Honnu Jensen, landsstýrismann í undirvísingarmálum, viðvíkjandi málmenning (Óluva
Klettskarð)
13. Til Aksel V. Johannesen, løgmann, viðvíkjandi uppskoti um avtøku av føroysku
fólkatingssessunum (Bárður Nielsen)
14. Til Aksel V. Johannesen, løgmann, viðvíkjandi yvirtøkum (Magnus Rasmussen)
15. Til Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismann í almannamálum, viðvíkjandi “Megna títt lív og
føroyskt skúlaskip” (Helena Dam á Neystabø)
Her sæst beinleiðis frá fundinum, “Tingvarp Føroyra”
SáH