Í 2025 skal beinleiðis CO2-útlátið hjá BankNordik vera 0


BankNordik hevur sett sær eitt nýtt og meira framsøkið mál um minking av CO2útláti, sum inniber, at beinleiðis útlátið í 2025 skal vera komið niður á 0.


Í 2020 fór BankNordik undir at máta orkunýtsluna og CO2útlátið, ið stavar frá virkseminum hjá samtakinum. Í tí sambandi setti leiðslan sær sum mál at minka samlaða CO2útlátið hjá samtakinum við 50% í 2025, og ein ítøkilig ætlan varð løgd fyri at røkka málinum. Eitt nú skulu allir bilarnar hjá samtakinum skiftast út við elbilar, og oljufýringar skulu leggjast um til grønar orkuskipanir.


Framdu tiltøkini hava gjørt mun

Tiltøkini, ið eru sett í verk, hava tó longu munað so mikið væl, at samtakið hevurendurskoðað upprunaliga málið og sett sær eitt nýtt mál. Sostatt verður nú arbeitt fram ímóti at minka samlaða CO2útlátið við 70% og at fáa beinleiðis útlátið niður á 0 í 2025. Tað krevur, at samtakið í 2025 skal vera hildið uppat at brúka olju til at hita bygningar og brennievni til bilar.

”Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undir grøna orkuskiftið. Tí leggja vit dent á, at okkara egna virksemi skal taka atlit til umhvørvið, og nú hava vit sett okkum eitt nýtt og meira framsøkið mál um minking av CO2útlátinum.
Tað er tó í dagliga sambandinum við okkara kundar, at vit av álvara kunnu gera mun. Okkara størsta íkast til grøna orkuskiftið er tí at gera tað bíligari og harvið lættari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir, tá ið stórar fíggjarligar avgerðir í sambandi við bústað og bil skulu takast,” sigur Árni Ellefsen,
forstjóri í BankNordik.


Hann leggur samstundis dent á, at tað hevur alstóran týdning, at SEV sum ætlað fer at veita grønari streym komandi árini, um meiri ferð av álvara skal koma á grøna orkuskiftið í Føroyum.

BankNordik

Please follow and like us: