Hvussu við endurgjaldi við Norrønu, tá ið ferðin verður útsett í 24 tímar?

Man kann fáa upp til 4.500,00 kr. í endurgjaldi, um eitt flogfelag ikki heldur tíðarætlanina, men hvat vit Norrønu?

Norrøna hevur havt seinkingar síðani 8. august og tær hava verið heilt uppí eitt samdøgur, 24 tímar, alt hetta tíðarskeiðið, men hvussu við endurgjaldskravi? er tað bert galdandi tá ið man flýgur?

Bert ein spurningur, tí tað kann hava stórar fylgjur fyri ein, um ein hevur bókað sær ferðaseðil víðari til annað land ella um ein ikki møtir til tíðina, tí ein hevur verið seinkaður 24 tímar, av tí at Norrøna ikki hevur hildi tíðarætlanina.

SáH

Her broytingarnar hjá Norrønu í august 2023:
Siglingarætlan 2023
GG! Broytingar viðvíkjandi siglingarætlanini.

Vegna illveðrið í Hirtshals 8. august eru seinkingar í siglingarætlanini fram til 23. august 2023.

Smyril Line

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author