Hvussu pill býttur kann ein vera enn einaferð!!!!

Hesin bakkar ikki fyri Løgmanni og Pál Weihe, hann ætlar at halda Ólavsøku, SO VERÐUR TAÐ GJØRT. Vit her norðuri hava ikki nakran, sum hava rygg til at standa í móti okkara høgu monnum í Tórshavn, biðja teir okkum goyggja, so goyggja vit.

Her ein grein sum eg skrivaði tann 10. juni 2021 og rætt fekk eg í øllum enn einaferð. Nú eru 74 smittaði í Tórshavn og her hendur purt onki, alt gongur sína vanligu gongd og fyri góðum fýra mánaðum síðani bleiv alt lukkað niður, hvat hendir og hví fáa vit ikki kunning nú? Hygg eftir filmsklippinum herundir, har eg segði mína hjartans meining.

Er nakað broytt frá seinasta vikuskiftið til hetta vikuskiftið, Jú Norðoyastevnan bleiv avlýst og vit standa sum eitt pill býtt og hyggja eftir deyða fylinum enn einaferð, fyrst í 2020, tá ið NULL vóru smittaði í Føroyum og nú hesaferð, tá ið EIN var smittaður í Norðoyggjum og sum eitt pill býtt lurtaði vit enn einaferð eftir fólkunum í Tórshavn, hvussu pill býttur kann ein vera, meira havi eg ikki at siga, men les niðanfyri hvat Sambandsløgmaðurin skrivar:

Lata varisliga upp aftur
Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.

Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.

Hetta merkir í stuttum:
Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum.
Størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna áðrenn.
Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.

“Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Her mín hjartans meining um beistagerðina okkara mætu menn gjørdu enn einaferð á Norðoyastevnu, filmsklipp frá 3. juni.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: