Hvussu nógvar pengar hevur Kári Klettskarð í Kongstovu fingið frá Høgna Hoydal?

Lat meg siga beinanvegin, eg eri sera glaður fyri, at onkrar av 100tals mill., sum Norðoyggjar gjalda til landi um árið, koma aftur til Klaksvíkar, men nú Kári Klettskarð í Kongstovu hevur blandað seg uppi Løgtingsvalið og boðar alment frá, at hann stuðlar Høgna Hoydal og Fiskivinnunýskipanini hjá honum, so er tað áhugavert at fingið at vita, hvussu nógvar pengar Kári Klettskarð í Kongsstovu hevur fingið frá Høgna Hoydal ella frá landinum, fyri royndirnar við at fiska makrel við snellu?

Kári Klettskarð í Kongsstovu upplýstið í Útvarpinum, at hann hevði fingið 10 prosent í stuðli frá landinum og kann hann so upplýsa okkum, hvussu nógv er tað í krónum og oyrum?

Eg eri slett inni í hesari sakini, men kunnu øll søkja um stuðul? ella hvussu gongur tað fyri seg at fáa stuðul frá landinum?

Gleðiligt at onkur roynir okkurt nýtt og tit á Kallanesi skulu hava øll góð ynskir frá mær, tykkara partur liggur ikki eftir, at fáa landi upp á føtur aftur.

Her samrøðan Útvarpið hevði við Kára Klettskarð í Kongstovu, klikk her: “Fiskar makrel við snellu”

Gott val.

Símun á Høvdanum

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: