Hvussu hava vit hildu Korona tilmælini í Klaksvík

Her situr borgmeistarin við 100tals fjepparum, tá blivu tilmælini ikki hildin

Havi funnið fýra myndir fram. Tann fyrsta er frá Norðoyastevnu 2020, har Klaksvíkar Kommuna lukkaði alt niður, næstan onki alment tiltak var og mestsum alt bleiv stroymt, tá var ongin smitta í Føroyum og fyritøkur og ítróttarfeløgini í Klaksvíkar Kommunu misti milliónir í umsetningi, tá skuldi tilmælini haldast og Borgmeistarin og Dávur Winther skipaði fyri Norðoystevnuni og mest sum ongin tiltøk vóru. Restina av øllum summarstevnunum í Føroyum blivu hildnar ígjøgnum summari og ongin bleiv smittaður, einasti kiksaði var á Ólavsøku, har tey flestu blivu smittaði í einum brúdleypið.

1. oktober spældi KÍ ímóti Dandalk frá Írandi, tá var smittan komin aftur til landi og tá sat okkara borgmeistari ímillum 100tals fólk í skýlinum og hugdi eftir stórskíggja, har Klaksvíkar Kommuna skipaði fyri øllum tiltakinum, tá blivu tilmælini ikki hildin.

10. oktober vóru líka nógv fólk í Jacqson, sum vóru skýlinum tann 1. oktober. bæði inni og uttanfyri Jacqson og tá var Norðlýsið og KVF á gosið tí tilmælini ikki vóru hildin og sum tit vita, so hevur okkara borgmeistari stórt tilknýtið til Norðlýsið.

Í gjár tann 17. oktober, tá ið 1. deildar liðið hjá KÍ skuldi hava heiðurstekin og steyp, tá mátti kvinnurnar sjálvar koyra heiðurstekini um hálsin, tí tá skuldi tilmælini aftur haldast, men bert løtu seinni, so blivu tær hálvsfevndar av býráðslimum, tá blivu tilmælini hildin til handaðina, men ikki aftaná. Sjálvt undirritað var fekk liðmynd saman við KÍ kvinnunum.

Nú er so spurningurin, hvat halda borgarnir í Klaksvík, hvussu hava vit klára tað við Korona? og er tað rætt, at tá ið ongin smitta var, tá skuldi tilmælini haldast og tá ið smittan var komin aftur, so skuldu tilmælini ikki haldast?

Mín meining er tann, at skulu tilmælini haldast, so skulu tey haldast og ikki bara tá ið tað passar borgmeistarnum at halda tiltøkini og hann bestemmar, hvørji tiltøk skulu vera og hvørju ikki skulu vera.

Hetta má rættast og er tað so, at Borgmeistarin stongir alt niður, eitt nú tað hann gjørdu til Norðoyastevnuna 2020, tá ongin smitta var í Føroyum, so átti fyritøkurnar og ítróttarfeløgini, sum misti milliónir í umsetningi, at fingið endurgjald frá Klaksvíkar Kommunu og hví helt borgmeistarin ikki tilmælini tann 1. oktober?

Haldi sjálvir at okkara borgmeistari hevur fingið alt ov stóra makt og tað kann ikki góðtakast, at onkur tiltøk, har skulu tilmælini haldast og onnur, sum hann fyriskipar, tá skulu tilmælini ikki haldast.

Korona er ein løgin sjúka og eg havi heldur ikki hildu øll tilmælini, men skeinkistøðini í Klaksvík hava roynt alt hvat við hava verið ment, at halda tilmælini og í mars/apríl vóru allar barrirnar í Klaksvík lukkaðar í vikuvís og ongir pengar komu í kassan og vit vóru eisini tær síðstu barrirnar í Føroyum, sum byrjaði at hava longri opið aftur, hinar vóru langt síðani byrjaði at hava opið til klokkan 2 ella 4 um náttina í vikuskiftinum, men vit hildu tilmælini og tað hevur kosta okkum sera dýrt. Nú eru bara tvær barrir eftir, Jacqson er selt og lukkaði hon tann 10. oktober.

Man kundi gott tikið fleiri dømir, hvussu Klaksvíkar Kommuna hevur handfari Korona, men lat tað liggja, haldi bara at ikki alt er farið rætt fram, men man kann ikki gráta um spilta mjólk. Vóni bara at vit øll koma gott ígjøgnum Korona og at vit í felag stríðast ímóti hesari ræðuligu sótt og at onkur ikki fær ov stóra makt, har viðkomandi bestemmar, hvat kann koma ígjøgnum nálareyga og ikki.

Símun á Høvdanum,

Maverick Barr og Grillin hjá Símun

Please follow and like us: