Hvør hevur ábyrgdina av Klaksvíkar Kommunu nú?

Tað sær út fyri okkum, sum standa uttanfyri Klaksvíkar Kommunu, at har als einki skil er á okkara kommunu í løtuni og har flýtur alt runt í býnum, nevnast kunnu Rennibreytin, Skúlatrøð, Vøllurin, Parkeringsøkið niðanfyri vøllin, Garðavegurin, Vegurin við Oman Reyðhús og Traðarók, Spæliplássið á Jørundsgøtu, Bollafrabrikkin, Ídni, Biskupstorgi, Sjóvarhitin, vegirnir runt býnum, kavaruddingin, inni spælihøllin, útbyggingin á Fossum osv. osv… Ein kann spyrja, hvør hevur ábyrgdina av Klaksvíkar Kommunu nú og hvør skal betala fyri alt hetta óskili, tí hetta fer at kosta okkum borgarnum nógvar milliónir í meirkostnað, tá ið øll arbeiðið í býnum vera útsett í mánaðarvís ella rættari sagt í áravís.
Enn einaferð varð Biskupstorgi umrødd í Dag & Viku og reint út sagt, har er slett onki skil á, tann verkætlanin verður útsett mánað eftir mánað og Jógvan Skorheim borgmeistari sleppur at siga akkurát tað hann hevur hug til við Dag & Viku og tað sær út sum at hann hevur mist tamarhald á støðuni. Taparnir í hesum spælinum, eru tey sum bíða at sleppa at leiga hesar íbúður og tey fáa ongar upplýsingar frá Klaksvíkar Kommunu.
Tit kunnu sjálv gera tykkara meting um okkara borgmeistara og hansara leiklut viðvíkjandi Biskupstorgi, her innleggið frá Dag & Viku í gjár, klikk her, “Biskupstorg dregur út”.
Her nakrar greinar um Biskupstorgi:
Dimma skrivar 29.08.2018: Enn ivasamt hvussu Biskupstog skal fíggjast
News skrivar 21.07.2018 Spurningar viðvíkandi Biskopstorg?
Norðlýsið skrivar tann 05.02.2019 Kommunala fíggjareftirlitið “spyr inn til” mál hjá Klaksvíkar Kommunu
Norðlýsið skrivar tann 12.11.2018 Sjálvsognarstovnur hjá Klaksvíkar Kommunu yvirtekur handilshølini í miðbýnum fyri 25 mió. kr
Her reglugerðin fyri Biskupstorgi, klikk her, “Reglugerð fyri Miðbýarfelagið Biskupstorg”
Har ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu, tað havi eg sagt í langa tíð.
SáH