Hvør betalur fyri rokningina hjá russisku sjómonnunum á Landssjúkrahúsinum?

Tað var satt uppstandilsi í øllum Føroyum, tá ið ein kvinna, sum var føroysk og búi í Danmark, fekk rokning frá Landssjúkrahúsinum, tí hon átti eitt barn á Landssjúkrahúsinum, ímeðan tey vóru í Føroyum. Tey vóru í Føroyum tí ein av teimum nærmastu lág til tað síðsta.

Kringvarp Føroya hevði hópin av sendingum um hetta málið og tað endaði við at Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum tók sær av málinum og broytti reglurnar fyri nær føroyingar skulu gjalda, fyri at fáa tænastur frá Landssjúkrahúsinum og legði kunngerð um tað fyri Tingið, har reglurnar skulu broytast, at bara annað av foreldrunum, sum er lesandi í útlandinum og tey koma til Føroyar at eiga sítt barn, so skal heilsuverkið ikki senda teimum rokning.

Nú er brennandi spurningurin, hvør skal gjalda fyri russisku sjómennirnar, nú teir hava verið innlagdur á Landssjúkrahúsinum í dagavís? og hvat við útlendingunum, sum ikki eru frá norðurlendsku landi og sum eru smittaðir við Koronu og blíva innlagdur á Landssjúkrahúsinum, hvør betalur fyri hesi?

Landssjúkrahúsið var skjót at senda parinum frá Tvøroyri rokning og hevur Landssjúkrahúsið sent teimum útlendingunum rokning, sum nú liggja við Koronu á Landssjúkrahúsinum?

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.