Hví vera leiðarastørv hjá Klaksvíkar Kommunu ikki lýst leys at søkja

Tað ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu, tey orðini havi eg sagt ofta, men synd at siga at KK lurtar eftir.
Tað kemur meira enn so fyri at leiðarastørv hjá Klaksvíkar Kommunu ikki vera leys at søkja og tað má átalast upp á tað harðasta, øll mugi hava møguleikan at søkja størvini í býnum og tað má vera liðugt við vinar og kenningarpolitikki. Tað høvdu vit nokk av í undanfarnu samgongu, so eg vóni at Karl Johansen fer at rudda upp í hesum og ikki loyva summum samgongulimum at ganga sínar egnu leiðir hesum viðvíkjandi.
Vit hava eisini verið út fyri, at Klaksvíkar Kommuna hevur brúkt omanfyri 40 milliónir uppá ein bygning mitt í býnum og har útvaldar handlar og fyritøkur nú búðleikast og handla við stórum fyrimunum til aðrar handlar í býnum, tí tað frættist, at leigan er látuliga lítil og slett ikki í tráð við kostnaðin at gera risa hølini til hesar handlar, tí hølini kostaði langt omanfyri 40 milliónir og har handlar og fyritøkur komu inn, uttan at almenningur fekk at vita, hvat leiguprísurin var og tískil fingu hesir handlar stórar fyrimunir, tá hølini skulu latast útvaldum og høvdu hinir handlarnir og onnur í býnum fingið vita prísin, so høvdu sjálvandi fleiri bjóða seg fram. Nevnast kann eisini at 15 milliónir blivu burtur og sum vóru avsettar til bygningin og tískil bleiv hendan samgongan noydd til at læna 15 milliónir og meira afturat fyri at gera bygningin lidnan.
Eg eri av og á innanfyri samgonguna, tí er eri fyrsti eykavaldi í Fólkaflokkinum og tá royni eg at rudda eitt sindur upp og í seinasta samgongufundi nevndi eg nøkur mál sum eg haldi vóru ivasom í býnum, men samgongufundirnir eru í trúðani og tí kann eg ikki koma inn á tey málini, men tá ið tey so koma alment fram, so kann eg siga mína ertligu meining.
Glaður fyri at vit fingu staðsetningina hjá Norðoya Bjargingarfelag samtykta á næstseinasta býráðsfundi og at tað nú loksins sæst ein endi á at umvælingin av Bollafabrikkini verður liðug.
SáH
Kann hetta passa? ella gongur alt upp nú viðvíkjandi Biskupstorginum?
