Hví vera hagtølini um økini ikki dagførd hvønn dag, so vit vita hvar smittan er? liggur politikkur aftanfyri hesum?

Forstandi ikki hví økini í landinum ikki vera dagført hvønn dag, so vit vita hvar smittan er í Føroyum.

Í gjár ringdi ein frá Skúgvi til News.fo og segði at hann var positivur við Koronu og hann visti 100% sikkurt at tvey onnur eisini vóru smittaði í Skúgvi, tí tað vóru hansara foreldur, tey høvdu pota seg og tey vóru eisini staðfest at hava Korona smittuna, men enn stendur  bara ein er smittaður í Sandoy og har hoyra hagtølini í Skúgvi til.

Upplýst bleiv eisini í Útvarp Føroya í gjár, har tosað bleiv við ein frá B71, at í hópinum hjá teimum vóru 3 smittaðir, so nú eru longu 6 smittaði í Sandoy-Skúgvi, tí er tað av týdningi at Føroya fólk fær at vita, hvat smittan er hægst, so vit kunnu verja okkum fyri Korona smittuna og ikki vitja tey støðini sum eru mest smittaði.

Í Norðoyggjum er ein smittaður og borgmeistarin í Klaksvík vil ikki lata dagstovnarnar upp aftur mánadagin, men børnini sleppa tó í dagstovnarnar, men har skulu foreldrini boða frá frammanundan á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu og hendan skipanin verður galdandi alla næstu viku.

Í Tórshavn og á Sandi-Skúgvi er alt opið, onkur eldrasambýlið í Tórshavn eru lukkaði, tí har hevur onkur Korona ella hevur verið í sambandi við onkran sum hevur Korona og tískil eru øll tey sett í sóttarhald, men alt annað er opið og alt gongur sína vanligu gongd.

Í fyrru bylgju bleiv næstan alt lukkað niður í Klaksvík, tá høvdu vit 45 smittaði. Hesaferð eru møguliga 80 ella fleiri smittaði í Tórshavn, men vit fáa ikki at vita, hvussu nógv eru smittaði í Tórshavn og hví fáa vit ikki tað? er tað tí, at so sleppa tey frá at lukkað niður ella hví fáa vit ikki tølini, tað hevur also týdning fyri øll, at vit vita hvar smittan er.

Klaksvík hevur eisini avlýst allar festivalar og stevnur, men øll onnur økir í landinum hava hildu sínar stevnur og tað endaði so galið í seinastu stevnuni Ólavsøku og har blivu allerflestu smittaði í einum brúdleypið á Argjum, tí haldi eg, at her ruggar ikki alt rætt við tilmælinum frá tí almenna og hví ikki øll økir vera viðgjørd líka og nú bert ein er smittaður í Norðoyggjum, so er tað enn einaferð Norðoyggjar sum lukkar niður og hinar oyggjarnar koyra víðari, tó hevur Eysturoynnin hesaferð gjørt nøkur tiltøk ímóti Korona.

Best er at øll gera líka, men vit kunnu eisini gera sum Danmark, at vit stongja økir niður og á tann hátt stegða smittuni í tí økinum.

KOM NÚ FYRI GUDS SKYLD VIÐ HAGTØLINI UM KORONA SMITTUNA Í ØKINUM Í LANDINUM.

Símun á Høvdanum

 

 

 

Please follow and like us: