Hví sleppur Fólkaflokkurin ikki við í DV Kjak?

Haldi tað er eitt sindur løgi, at Fólkaflokkurin ongantíð sleppur við í DV Kjak hjá Kringvarp Føroya, nú flokkurin er nógv størstu andstøðuflokkur í Føroyum.

DV Kjak var aftur í gjárskvøldið og har bleiv kjakast um játtanarkarmarnar hjá samgonguni og aftur hesaferð var Fólkaflokkurin hildin uttanfyri.

Tá ið kjak er í Danmark, so er tað sum oftast Forsetamálaráðharrin og formaðurin/kvinnan fyri størsta andstøðuflokkin sum kjakast, men í Føroyum roynir Kringvarp Føroya at halda Fólkaflokkin uttan fyri alla ávirkan, man tað vera tí, at Tjóðveldi er einaráðandi á tí almenna stovninum? ella er tað tí, at Fólkaflokkurin er byrjaður at fáa framgongd í veljarakanningum og á tann hátt  má haldast uttanfyri, men løgi er tað at Fólkaflokkurin sum oftast verður hildin uttanfyri, tá ið Kringvarp Føroya viðgerð politiskt mál og politisku støðuna í landinum

Her kjakið frá í gjár, klikk her, “DV Kjak”.

Bárður kom nógv betri frá kjakinum og tóktist Kristina Háfoss ørkymla, har hon breyt Bárður av og gjørdi grimmassur.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author