Hví sleppa vit ikki inn í Roknskapirnar hjá Norðoya Tunnilin longur?

Skuldi skriva ein viðmerking um Norðoya Tunnilin á Facebook og fór so inn á heimasíðuna hjá Norðoya Tunnilin fyri at hyggja eftir roknskapinum hjá NT fyri 2021, men hann var ikki tøkur, so gjørdi eg eina roynd við roknskapinum fyri 2020, men trýstir man á linki so stóð “not found”, so nú eru roknskapirnir ikki tøkir á netinum og ein kann ikki fáa upplýsingar um, hvat norðoyingarnir gjalda í tunnilsgjaldi um árið, um tað er rætt?  at norðoyingar gjalda 10-11 milliónir um árið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunilinum.

KVF hevur gjørt sera nógv burtur úr at noyðingar bara betala 20,00 kr. fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, men passar nú tann upphæddin? Spennandi at vita hvussu nógv vit hava goldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin í 2021?

Ein spurningurin kundi okkara Løgtingsmenn her norðuri sett landsstýrismannin í samferðslumálum, hvussu nógv tað kostar at viðlíkahalda Norðoya Tunnilin um árið? og kostar tað umleið 6-7 milliónir at viðlíkahalda tunnilin og reka tunnilin, so spurt hvat restina av pengunum fara til?

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: