Hví Jessica Cazabon bleiv limur í Huxa

Jessica Cazabon er 16 ára gomul, partur av nevndini og er sera áhugað í politikki. Vit spurdu hana um hon tímdi at svara nøkrum spurningum.💚🇫🇴
1. Hví valdi tú Huxa?
Eg havi stóran áhuga í politikki. Í politiskum høpi eri eg borgarlig. Samstundis eri eg tjóðskaparsinnað. So tað rætta fyri meg er at vera limur í Huxa.
2. Hví ert tú borgarlig?
Tað eri eg, tí eg ynski fríar karmar fyri einstaka menniskjað og vinnuna. Eg meti ikki, at vit skulu gjalda meiri skatt, enn neyðugt er. Í tí sambandi vil eg fegin gjalda tað, sum krevst fyri, at øll skulu hava ókeypis atgongd til sjúkrahús, ellisheim og skúlar. Eg haldi ikki, at vit skulu hava so nógv óneyðug avgjøld, sum socialistiskar samgongur leggja á okkum. Socialistiskar samgongur taka alt ov nógvan pening frá okkum, og so skulu tær avgera, hvussu okkara peningur skal deilast út aftur. Eg haldi, at hvør persónur sjálvur skal kunna avgera, hvat hann nýtir sín pening til.
3. Hvat fekk teg at fáa áhuga í politikki?
Mamma mín er sera áhugað í politikki, so áhugin er av fyrstan tíð byrjaður har. Eisini helt eg tað vera sera áhugavert at hava politikk í samfelagsfrøði í skúlanum.
4. Heldur tú tað vera eina forðing at vera genta í politikki?
Nei, tvørturímóti. Eg haldi tað vera mennandi fyri politikkin at menniskju av báðum kynum eru virkin í politikki. Eg haldi tað vera ov fáar kvinnur í Fólkaflokkinum og Huxa, og tí vil eg fegin ganga á odda at vísa at Fólkaflokkurin og Huxa eisini eru fyri kvinnur.
5. Hvat hevur mest at siga fyri teg í politikki?
Har er so mangt, sum hevur nógv at siga fyri meg. Eitt nú lestrarmøguleikar, eldraøki, fiskivinnan, sum er okkara høvuðsvinna og útlendinga-politikkur.
6. Hevur tú nakra politiska fyrimynd?
Ja, Annika Olsen er mín politiska fyrimynd.
7. Kanst tú viðmæla ørðum at gerast limur í Huxa?
Ja, avgjørt. Vit hava eitt gott samanhald og samskifti í Huxa. Hóast eg eri yngst og í løtuni eri einasta genta í Huxa, havi eg følt meg væl- bæði saman við hinum limunum, men eisini í mun til kjak og annað prát, har eg merki, at eg eisini verði hoyrd. Eisini fái eg bjóðað nógvar spennandi uppgávur í Huxa. Tað er sera mennandi og gevandi at vera limur í Huxa, og eg eri errin av at vera sloppin at vera partur av Huxa.

Ger líka, sum Jessica og blív limur í HUXA💚😊

Her kanst tú blíva limur í HUXA

Huxa Fólkafloksungdómur