Hví 200.000,00 kr. til eina borgarakanning? spill av pengum.

Tað er spill av pengum at gera eina borgarakanning fyri 200.000,00 kr. í Klaksvík.
Hatta átti fyrisitingin í Klaksvíkar Kommunu klára at gjørt í vanligari arbeiðstíð og við verandi játtan.
Vónandi verður ikki ein borgarakanning latin onkrum, sum skal senda eitt spurningarblað út í hvørt hús í Klaksvík og so skulu borgarnir svara uppá nakrar spurningar og so skal viðkomandi gera nakrar grafar, sum siga at vit borgarar eru ónøgdir við at Klaksvíkar Býráð brúkar ov nógvar pengar og at onki verður gjørt liðugt.
Eitt slogan var Nokk grivið gerið liðugt.
Her uppskotið sum væntandi verður samtykt í dag og 200.000,00 kr. blíva blakaðir lúkst út av vindeyganum:
Borgarakanning
Frágreiðing um málið:
Mælt verður til, at ein borgarakanning verður gjørd í 2022.
Høvuðsmálið við kanningini er at fáa vitan til vega, sum vísir, hvat borgarar og onnur halda um
tænasturnar, sum kommunan veitir.
Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini. Grundað á viðgerðirnar verða
átøk framd og neyðugar broytingar gjørdar, ið skulu veita enn betri og málrættaðar tænastur í
kommununi.
Tað er týdningarmikið at taka borgaran, vinnu, mentan og ítrótt o.o. áhaldandi við upp á ráð í arbeiðinum,
sum Klaksvíkar kommuna ger og við atliti at framtíðarmenning av Klaksvíkar kommunu. Við
borgarakanning verður virðismikið íkast fingið til vega frá borgarum og avvarðandi áhugapørtum.
Vitan og íkøst verður fingið til vega við spurnarkanning, samrøðum og borgarafundum.
Býráðið fær høvi til at geva sítt íkast til fokusøki í kanningini.
Ætlanin er, at høvuðsarbeiðið verður gjørt av fyrisitingini. Uttanhýsis serkøn hjálp (spurnarkanning og
dátugreining) verður brúkt.