Hvat vil tú hava: Písk ella gularót?

HVAT VIL TÚ HAVA: PÍSK ELLA GULARÓT?🥕🌍🐟🌿🚢

Samgongan vildi hava nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna, men veruleikin er, at eingin “nýggjur” aktørur er komin inn í fiskivinnuna.

Tað prógvaði uppboðssølan av svartkjafti enn einaferð.

Hetta er sama gamla garda, sum hevði rættindini frammanundan. Einasti munurin er, at tey gjalda ikki bara fyri kvoturnar, men av tí at veiðuloyvið eru loyst frá stálinum, kunnu virkir bjóða uppá fiskin.

Og nútímans virkini, ja, tey eiga “gomlu” reiðaríini eisini.

Sannleikin er, at uppboðssølan tænir ikki sínum endamáli.

Nýggir aktørar sleppa ikki inn í vinnuna, tí gáttin er ov høg, meðab “gomlu” reiðaríini fáa ikki gjørt íløgur í grønari skip, tí pengarnir fara til uppboðssøluna ístaðin. Hetta er pískurin, heldur enn gularótin.

Einast “vinnarin” er landskassin, sum drenar pengar úr vinnuni, men tað er stokkutur sigur, tí størsti taparin er vinnan og umhvørvi.

Hvussu leingi heldur tú, at vit kunnu halda fram við at fara so illa við umhvørvinum og dálka so illa?

Hevði tað verið upp til mín, hevði kolasvarti og skaðiligi umhvørvispolitikkurin steðgað alt fyri eitt. Tí mær dámar best gularótspolitikkin.

Ístaðin fyri at píska vinnuna við gjøldum og uppboðssølu, fáa reiðaríir eina gularót ístaðin.

Gert tú íløgur í nýtt og grønari skip, rindar tú ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturgoldið. Einfalt. Gert tú nakað fyri umhvørvið, fær tú nakað ítøkiligt afturfyri.

Hetta er góður umhvørvis- og gularótspolitikkur.

Og trúgv mær, hetta er ikki bara besti, men eisini einasti mátin, at vit náa málinum um einar grønari Føroyar í 2030.

So eg velji gularótina, heldur enn pískin. Hvat velir tú?

Tekur tú eisini undir við gularótspolitikkinum?👍🙂

Hanus Samró – Fólkaflokkurin

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.