Hvat við Dialysuviðgerðini til Klaksvíkar Sjúkrahús?

Stríðst hevur verið í longri tíð við at fáa Dialysuviðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahús og nú sær út sum at tað hevur eydnast suðuroyingum at fáa Dialysuviðgerðina til suðuroyar, men hvat við Dialysuviðgerðini til Klaksvíkar Sjúkrahús?

Tað var við einum fingraklipsi at føðideildirnar blivu niðurlagdar bæði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Tvøroyra Sjúkrahúsi.

Men tað er sera trupult at  fáa nakað frá Landssjúkrahúsinum til tey smærri Sjúkrahúsini og tað tekur góð 15 ár at fáa nakað ígjøgnum, har alt verður gjørt fyri at tað ikki skal eydnast at so skal vera.

Hví ikki seta sjúklingin í fokus og gera tað besta fyri sjúklingarnar, so teir fáa tí bestu viðgerðina  í øllum pørtunum av landinum.

Eitt nú Dialysuviðgerðin, tað átti at verið munandi lættari at ein sjúkrasystur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi tók sær av viðgerðini, enn ein sjúkrasystur á Landssjúkrahúsinum gerð tað og har 14 sjúklingar runt um alt landi skulu koyrast til Landssjúkrahúsi til viðgerðar einar 3 ferðir um vikuna.

Hví skulu kanningar og kanningarnevndir í hópatali til at kannað um tað er fíggjarliga forsvarligt at geva dialysuviðgerðir á teimum smærri sjúkrahúsum, tá vit øll síggja at tað er munandi bíðligari at geva viðgerðina í nærumhvørvinum og at KS og TS væl kunnu gera viðgerðina, líka væl sum ein sjúkrasystir kann gera tað á LS.

Men at lukkað føðideildirnar á teimum smærru sjúkrahúsinum tók onga tíð, eitt fingraklips og so vóru tær fluttar til Landssjúkrahúsi, grundgevingin var tann, at tað var tryggari og ein stór sparing, men var tað nøkur sparing? og hvat við trygdini tá ið ein barnakona eigur akut í norðurøkinum ella suðurøkinum?

Alt er so lætt at flyta frá útjaðarnum til høvuðsstaðin, men verður nakað flutt frá høvuðsstaðnum til útjaðarnum, ja, so er fanin leysur og fakfeløg, KVF og onnur fara beinanvegin í hernað fyri at so skal ikki vera.

Lat okkum bæði fáa Dialysuviðgerðina til Klaksvíkar Sjúkrahús og lata føðideildina uppaftur.

Símun á Høvdanum

Hvat við at vit í Føroyum fara at gera eina pengainnsamling til okkara Dialysusjúklingar

 

Jólaheilsan til Dialysusjúklingarnir frá okkara politikkara í 2016

 

Ikki fyri at reypa, men eg eri Føroyameistari í dialysu

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: